Fyrrverandi venjarin hjá Toda Jónsson í FC Keypmannahavn, Hans Backe, er nú upp á tal sum hjálparvenjari í Manchester City, har landsmaður hansara, Sven-Gøran Eriksson, er blivin venjari. Aftonbladet heldur seg vita, at Back, ið einki starv hevur í løtuni, kann gerast hjálparvenjari hjá Eriksson í Manchester City. Eriksson hevur einki vilja sagt við Aftonbladet, men hann lovar, at hann kann siga okkurt í dag ella í morgin.