SUPERLIGAN
Meðan Todi Jónsson stríðist fyri at koma fyri seg eftir liðbandsskaðan í knænum, so gongur tað av skriðuni hjá FCK. Uppaftur meiri spell er tað, at Todi skal vera óarbeiðsførur, tí í FCK er eingin ivi um, at ein av orsøkunum til, at tað hevur gingið heilt illa higartil í hesum kappingarárinum er, at álopið er langt frá so gott, sum tað var undan summarsteðginum, tá ið Todi var væl fyri, men ikki slapp framat, tí tað gekk so sera væl hjá kappingarneytunum hjá honum.
Álvaro Santos er bara ein skuggi av tí, sum hann vísti fyrr í summar. Hans Backe, FCK venjarin, segði sunnudagin, at hann ætlar at seta Álvaro Santos av. Trupulleikin hjá FCK er, at teir hava ongan upplagdan avloysara. Um Todi nú hevði havt verið væl fyri, so hevði tað verið upplagt, at hann og Zuma aftur høvdu havt fingið møguleikan saman.
Sunnudagin smurdi Brøndby FCK av í Parkini. Úrslitið var 3-1, men Brøndby kundi havt vunnið meiri. Talan var um besta Brøndby avrikið, síðani Michael Laudrup gjørdist venjari, halda teir í Danmark.
Í FCK er ordulig kreppa. Avrikið móti Brøndby var vánaligt, og í donsku miðlunum varð í gjár tosað um kreppu. Møguleikin at Hans Backe, sum annars hevur verið roknaður sum mest tryggi venjarin í Danmark, skal fáa sekkin, verður nú roknaður væl meiri sannlíkur, enn hann nakrantíð hevur verið ? um hann yvirhøvur hevur verið til staðar.
FCK spælararnir rannsaka seg sjálvan. Liðformaðurin, Bo Svensson, sum Niels-Christian Holmstrøm, ítróttarstjórin, sunnudagin segði hava givið Brøndby fyrsta málið, staðfesti, at tað eru fleiri FCK spælarar, sum ikki eru nóg væl fyri at spæla. Og Hans Backe helt, at hansara menn eru ikki nóg svangir. Soleiðis er tað ofta hjá liði, sum hevur vunnið nógv, staðfesti venjarin, sum kortini ikki vildi vera við, at kappingarárið hjá teimum er miseydnað.
- Um vit vinna einar átta dystir á rað, so verða vit við aftur, har tað er stuttligt at kappast, segði Hans Backe.
FC Midtjylland er oddalið. Leygardagin vunnu teir 9. heimasigurin á rað. Teir vunnu 2-1 á Silkeborg, og enn eina ferð var Mohammed Zidan millum málskjúttarnar.
AGF vann fyrsta heimasigurin í ár. Teir vunnu 2-0 á Herfølge, sum saman við FCK hevur tað torført í botninum.
OB vann fyri fyrstu ferð á FC Nordsjælland. Í fyrstu seks royndunum ímóti sælandska liðnum hevði OB ikki rokkið meiri enn javnleiki. Hesa ferð gjørdu teir orduliga bart á heimavølli. OB vann 4-0.
Hjá AaB hevur tað gingið av skriðuni higartil, og heldur ikki í Esbjerg eydnaðist tað at fáa stig. AaB hevði góðar møguleikar, men teir fingu einki mál. Esbjerg fekk brotsspark, sum AaB málverjin, Jimmy Nielsen, bjargaði í stórum stíli. Tað tóktist sum um, at úrslitið skuldi gerast málleysur javnleikur, men í evstu løtu fekk Esbjerg sigursmálið.
Randers fekk næstsíðsta vikuskifti málleysan javnleik á heimavølli móti FCK. Hetta var fyrsta stigið hjá Randers í superliguni. Hesa ferð vóru teir í Viborg, og har vunnu teir 1-0. Viborg venjarin helt, at hetta var ússaligasta avrikið, sum hansara menn nakrantíð høvdu víst ella ikki víst, og Lars Olsen, venjarin hjá Randers, helt, at nú høvdu hansara menn vant seg við ferðina í bestu deildini.
Longu í annaðkvøld verður tað aftur spælt í superliguni.