Backe gevst í City

Fyrrverandi venjarin hjá Toda Jónsson, Hans Backe, hevur í ár virkað sum hjálparvenjari hjá Sven Goran Eriksson í Manchester City, men fyribils hevur hann valt at gevast í hesum sessinum. Talan er um sjúku í nærmastu familjuni hjá væl lýdda svianuml,og tí hevur hann fyribils valt at fara í sjúkrafarloyvi. Enn er ikki greitt, hvørt talan verður um varandi fráveru, ella um Backe kemur aftur til City seinni í hesum kappingarárinum.