Bachmann: Eg eri forsetakandidatur

Í dag boðaði Michelle Bachmann frá, at hon er almennur kandidatur til nomineringina hjá republikanarunum til forsetavalevni komandi ár.

Tað var í heimbýi sínum, Waterloo, Iowa, at Michelle Bachmann í dag boðaði frá, at hon er almenni kandidaturin hjá the Tea Party – ein ógvuliga høgravendur bólkur í USA – til dystin um forsetavalevnið hjá republikanarunum.

Og Michelle Bachmann hevur ikki púra einki at hava sín kandidatur í. Við eina »hypotetiska« avkvøðugreiðslu millum tea party viðhaldsfólk fekk Bacnmann 29% av atkvøðunum, munandi meiri enn handilsmaðurin Herman Cain (16%) og Romney (14%).

Tá fremstu republikanararnir herfyri kjakaðust í sjónvarpi, varð Michelle Bachmann mett at standa seg nógv best, so tað er langt frá óhugsandi, at USA fyri fyrstu ferð kann fáa eitt kvinnuligan forsetavalevni.

Tað var nær við fyri trimumárum síðani, men Hillary Clinton mátti kortini lúta fyri verandi forsetanum, Barrack Obama.

Michelle Bachmann er republikanskur limur í Umboðsmannaráðnum fyri Minnisota, fødd 6. Apríl 1956 er hon 55 ára gomul, skrivar Washington Post.