Bachelorprógv sum KT-frøðingar

Fríggjadagin 3. februar 2006 fingu tríggir studentar á Fróðskaparsetrinum handað bachelorprógv sum KT-frøðingar. Síðani útbúgvingin fór í gongd á heysti 2002 hava tilsamans 14 studentar fingið hetta KT-bachelorprógv á setrinum.

Útbúgvingin er skipað sum hálvtíðarlestur og er ein framhaldsmøguleiki hjá
teimum, ið hava tikið teldustøðingaprógv (datamatikaraprógv) frá t.d.
Føroya Handilsskúla. Stórur partur av lestrinum er farin fram við verkætlanararbeiði, sjálvlestri og elektroniskum stevnum. Við hesum lestrarleisti hava studentarnir kunnað verið virknir í vinnulívinum, um somu tíð sum teir taka eina universitetsútbúgving.

Teir nýklæktu KT-frøðingarnir, Magni Brøðraberg, Dánjal S. Adlersson og Bjørn E. Thomsen, høvdu valt telduspøl sum verkevnið í bachelorverkætlanini. Á samkomuni høvdu teir stutta framløgu um teirra verkætlan, sum hevði heitið 'Tann stóra námsferðin'.

Rektarin á Fróðskaparsetrinum, Jóan Pauli Joensen, handaði teimum trimum bachelorprógvið.