Bach í Kertuljosi konsertin tann 07 December riggaði sera væl og í fagrasta veðri við alduskvatli, følvi, mánalýsi, stjørnuglampan og í menniskjum góður tokki.
Fyriskiparnar takka Fólkakirkjuni, Hiddenfjord, Tórshavnar Kommunu og Føroya Bjór fyri stuðul og vælvild. Eisini eina tøkk til Góðan Morgun Føroyar.
Hava vit lívið og heilsuna næstu jól verður aftur Bach á skránni. Bach var vanur at signera síni verk við stavunum SDG – Soli Deo Gloria, og tað kunnu vit øll vera samd við.
Góð Jól
Ólavur Jakobsen – Johan Mortensen
Fyriskiparir











