Í dag kl. 16 verður ókeypis bacalao á Torginum í SMS.
Tað eru kokkar úr Portugal, sum eru komnir til Føroyar at borðreiða portugiskan mat við føroyskum rávørum.
Bacalao er yndisrættarurin hjá Ronaldo, sum skal spæla dystin ímóti Føroyum mánadagin. Eisini verður portugiskur tónleikur á skránni.
Tað fer eisini at bera til at royna portugiskan mat í SMS leygardagin og mánadagin.










