Babyboom neyðugt í Danmark

Sunnudagin kom ein kjakbók út í Danmark við heitinum, ?13 udfordringer til velfærdssamfundet?. Ein av høvundunum, Niels Ploug, sigur í bókini, at tað er alneyðugt, at danir komandi árini fáa ein skjótan vøkstur í barnatalinum

 
Niels Ploug skjýtur upp, at foreldur undir 25 ára fáa tilboð um ókeypis barnaansing, og at fíggjarliga grundarlagið hjá ungum mammum verður bøtt við stuðli frá tí almenna.
               Málið er, sambært Niels Ploug, at hækka fruktbærið úr 1,7 til 2,1 børn fyri hvørja kvinnu fram til ár 2020. Tølini vísa, at í sama tíðarskeiði fer talið á arbeiðsførum dønum at fella við 250.000, samstundis sum fleiri eldri verða at forsyrgja.
               Við støði í tí, mælir hann politikarunum til at taka eftirlønina av og í staðin fremja eina broyting, sum fær talið á arbeiðandi omanfyri 60 ár at vaksa til tað dupulta.
               Hann ákærir politikarar fyri at lumpa veljaran við at lata verða við at skjóta upp ábøtur av vælferðasamfelagnum, tí teir ræðast at tapa eitt komandi val.
               Politikarar vita, at tað er neyðugt við broytingum, sum eru illa umtóktar, men tora ikki at siga tað, tí tað vildi verið tað sama, sum at gjørt politiskt sjálvmorð.
Kelda: Jyllands-Posten