Babu og Emma á Torginum

Leygardagin varð skipað fyri stórum barnatiltaki á Torginum í Saltangará. Við vóru brandbilar og sjúkrabilar, og sjálvandi vóru Emma og hennara Blues Band á staðnum og sungu teirra vælkenda Babu

Saltangará: Leygardagin á eystanstevnu var stórt barnatiltak á Torginum við tivoliøki.
Veðrið var heilt gott, so nógv fólk vóru komin saman, har nógv ymiskt var at royna.
Á Torginum var ein pallur, har ongin minni enn M´as Blues Band, vóru komin til Skálafjørðin at framføra fyri eini stórari áhoyrarafjøld.
Brandbilur og sjúkrabilur vóru komnir á Torgið, har børnini fingu høvi at sita í teimum og royna sirenurnar og síggja, hvussu bilarnir annars riggaðu.
Teimum mongu børnunum, sum møttu upp, dámdu sera væl. Báðir bilarnir vóru væl umtóktir, og ikki minst framførslan hjá Emmu og teimum var eitt hitt sum altíð.
Við Babu og øllum hinum hittunum sungu tey og Eyðstein við síni luftgittar var ivaleyst undirhald í sær sjálvum, tí børnunum dámdi væl, og tey tóku væl undir við øllum sangunum, sum tey kendu aftur.