Babou á Summar Festival

X-Factor finalisturin Babou fer at framføra á Summar Festivalinum. Herfyri kunngjørdi Summar Festivalurin, at Basim og ein finalistur frá X Factor kappingini í Danmark fara at framføra á Summar Festivalinum í august.

 

Og X Factor finalisturin er Babou, boðar SF frá í dag.

 

Hann var ein av profilunum í ársins X-Factor kapping í Danmark. Eygagóði unglingin úr Aarhus, sum sang so framúr væl, vann seg heilt fram í finaluna í X-Factor, og eisini frammanfyri risastórari áhoyrarafjøld í Parkini framførdi hann við stíli og sjarmu.

 

16 ára gamli Babou hevur sungið síðani hann var smádrongur. Í barnagarðinum plagdi hann at syngja fyri hinum børnunum, og ein mostur hansara hevur givið honum undirvísing í sangi. Og sjálvsáltið, sum hann vísti í X Factor kappingini, er ikki komið av tilvild.

 

- Eg eri uppvaksin við, at tú kanst gott trúgva upp á teg sjálvan og eisini siga tað, um tú heldur teg verða góðan til okkurt, sigur Babou.

 

Og Babou dugir at syngja og at framføra, og á Summar Festivalinum ber til at uppliva hann live á føroyskum palli.

 

Hesum boðar Summarfestivalurin frá í dag.