Tíbetur sigur Eiler seg kenna millum lítið og einki til keðiligar tilburðir uttan fyri vøllin. Heldur ikki heldur hann, at familjan nakran tíð hevur kent seg illa av hesum, men tað var tó nær við, tá seiansti dysturin í ár var á skránni.
- Eg dømdi jú dystin millum NSÍ og B68, og brádliga var rok, tá eg hevði dømt brotsspark. Talan var um hendiligan tilburð, men í Útvarpinum hevur hetta helst ljóðað sum stórt drama.
- Elsta dóttirin hoyrdi í øllum førum tað, sum gekk fyri seg, og so vóru boðini til mammuna púrasta greið: »Skal tað vera upp á handan mátan, so haldi eg, at babba skal gevast við at døma«. Tað hava vit flent eitt sindur eftir, men tað sigur nú eisini nakað um, hvar markið millum privatlívið og fótbóltin gongur, heldur Eiler