Babacar er nú TB spælari

Landsliðsspælarin úr Senegal, Babacar Ndiour, hevur gjørt sáttmála við TB fyri komandi kappingarár. 23 ára gamli verjuspælarin hevur royndarvant við felagnum, og tað hevur eftir øllum at døma eydnast væl.

 

-Babacar er ein fram úr góður spælari, og vit ivast ikki í hansara nógvu góðu dygdum sum fótbóltsspælari, sigur Hans Fróði Hansen, ítróttarstjóti og venjari hjá TB, við Suðuroyarportalin.

 

Í TB hava tey av ringum royndum ikki lopið framav, tá tað gjørdist greitt, at Babacar Ndiour, sum hevur spælt við landsliðnum hjá Senegal móti millum annað Javier Hernandez og Meksiko, kom til felagið. Í fjør var ganiskur landsliðsspælari á veg til felagið, men tað beliv aldrin til nakað. Nú hevur Babacar Ndiour verið til royndarvenjing og er triði senegalarin í hópinum hjá TB. Hinir báðir eru Joseph Bassene og Ndende, sum eru komnir til úr ávíkavist Víkingi og B68.