Bað um umbering fyri neyðtøku

Amerikanski uttanríkisráðharrin bað japanar um umbering fyri, at ein amerikanskur hermaður hevur neyðtikið eina 14 ára gamla japanska gentu

-Vit eru sera hørm um tað, sum er hent, segði Condoleezza Rice, tá hon kom til Tokyo í morgun.

 

Japanar eru í øðini, tí ein 38 ára gamal amerikanskur hermaður hevur neyðtikið eina 14 ára gamla japanska gentu á oynni Okinawa, har fleiri túsund amerikanskir hermenn hava støð. Málið hevur eisini fingið nógva politiska umrøðu, og fleiri japanskir politikarar hava sagt, at tilburðurin eigur at fáa avleiðingar fyri viðurskiftini við USA.

 

Neyðtøkan hevur minst nógvar japanar á tilburðin, tá ein amerikanskur hermaður neyðtók eina 12 ára gamla gentu á Okinawa í 1995. Ta ferðina kravdu fleiri japanar teir amerikonsku hermenninar úr Japan.