Í ársins jólaprædiku á svalanum á St. Pæturskirkjuni í Rom í gjárkvøldið bað Benedikt 16. pávi um frið í Sýrialandi, og at partarnir kunnu finna eina politiska loysn á stríðnum.
-Eg heiti á partarnar um at enda blóðbaðið, at flóttafólkini fáa frítt at fara, og at kreppan verður loyst við politiskum orðaskifti, segði pávin millum annað í prædikuni.
Hann bað eisini um trúarfrælsi í Kina, og hann bað ísraelsmenn og palestinar seta seg við samráðingarborðið.
Pávin harmaðist ágangin ímóti kirkjum í Nigeria, og hann bað fyri flóttafólkunum í Kongo, Kenya og Mali.
Umleið 40.000 fólk vóru á Pæturstorginum og lurtaðu eftir jólaprædiku pávans.