Demba Ba er ikki við í hópinum hjá Newcastle, sum í kvøld skal spæla móti Everton. Enskir miðlar siga seg vita, at tað er tíð at hann er ávegis at skifta til Chelsea.
Demba Ba hevur verið settur í samband við fleiri feløg seinastu tíðina. Framherjin kann loysast úr sáttmálanum fyri 70 milliónir krónur. Tað hevur fingið fleiri feløg at veda eyguni móti manninum við 19 talinum hjá Newcastle.
BBC skrivar í dag, at Chelsea hevur bjóðað tær 70 milliónir krónurnar, sum skulu til fyri at loysa Demba Ba úr sáttmálanum. Chelsea seldi fyrr í dag Daniel Sturridge til Liverpool fyri áleið 100 milliónir krónur.
Demba Ba kemur úr Senegal og hevur spælt við West Ham og Newcastle í enskum fótbólti. Hann var eitt skiftið á veg til Stoke, men læknakanningin vísti, at Demba Ba hevur eitt minni gott knæ. Newcastle valdi hinvegin at taka kjansin. Demba Ba skoraði 16 mál í farna kappingarárið, og er toppskorari hjá Newcastle hetta kappingarárið.
Premier League:
Liverpool Sunderland (19:45)
Chelsea QPR (19:45)
Newcastle Everton (20:00)