Bað samarnar um umbering

Finska kirkjan hevur biðið landsins samar um umbering fyri, at kirkjan í 1930-árunum loyvdi granskarum at taka beinagrindir upp úr fleiri samiskum gravum, so granskararnir kundu gera lívfrøðiligar kanningar av teimum.
Á einari ráðstevnu í býnum Ivalo um vikuskiftið gav biskupurin Bottom of Form 1
Samuel Salmi samunum eina almenna umbering fyri tað, sum hann kallaði eina illa umhugsaða avgerð. Biskupurin viðgekk eisini, at kirkjan hevur verið við til at seta tað samiska málið til viks.

Sunnudagin var tjóðardagur hjá samunum. Hann verður hildin tann 6. februar til minnis um, at tann 6. februar í 1917 hildu samarnir úr ymsum londum fyri fyrstu ferð ein sokallaðan landsfund.