BA Honours prógv í gudfrøði

Tann 6. juli 2006 fekk Dánjal Petersen, sum fyrsti føroyingur nakrantíð, eitt BA Honours prógv í gudfrøði frá Birmingham Christian College í Onglandið. Útbúgvingin hevur tikið trý ár at fullføra.

Høvuðsuppgávuna skrivaði Dánjal um ungdomsarbeiði ið verður gjørt í teimum føroysku samkomunum. Nú er Dánjal so liðugur og er fluttur heim aftur til Føroyar. Dánjal er sonur Sólbjørg og Ludvík Petersen í Havn.
BCC birjaði sum ein kristin skúlið men hevur fingið eitt samstarv við University of Wales,  soleiðis at teir nú kunnu geva eina BA honours grad eftir loknan lestur. 
Ímeðan Dánjal hevur búð í Onglandi, hevur hann eisini funnið sær eina gentu  og tey skullu giftast í Ebenezer í Havn 26 august í ár.
Í løtuni ganga tríggir aðrir føroyingar á Birmingham Christian College, tey eru; Janus og Gvøðny Gunnarsson og Høgni Johannesen.