Einar tveir tímar eftir at tað var vorðið greitt, at Barack Obama var afturvaldur, fór avbjóðarin, Mitt Romney, á pallin í Boston at halda røðu fyri sínum viðhaldsfólki.
-Eg havi júst ringt til Obama og ynskt honum tillukku við sigrinum, segði Romney. Hann takkaði forsetanum fyri valstríðið og bað Guð hjálpa Obama at stýra USA tey næstu fýra árini.
Romney nýtti eisini høvið til at takka sínum varaforsetaevni, Paul Ryan.
-Burtursæð frá konu míni, Ann, er Paul Ryan tað besta, sum eg nakrantíð havi valt, segði Romney og varð stórliga fagnaður av viðhaldsfólkinum.










