Svínoy: Nú fara svínoyingar at fáa brandbil í oynna.
Talan er um ein brandbil úr Vestmanna, sum Svínoyar kommuna hevur keypt sera lagaliga frá Vestmanna kommunu.
Ætlanin er at byggja eitt bilhús í Svínoy, so brandbilurin kann standa væl.
Umframt eldsløkking, sum tað vónandi ikki verður nakað av, kann brandbilurin eisini brúkast til onnur endamál í oynni.
Samstarv við Klaksvík
Í brandbilinum er tangi upp á 500 litrar og pumpiútgerð hoyrir eisini til.
? Vit hava tosað við Klaksvíkar sløkkilið um samstarv, og teir eru sinnaðir at veita okkum eina hjálpandi hond, sigur Pól Sundskarð, bygdaráðsformaðurin í Svínoyar kommunu.
Samstarvið við sløkkiliðið í Klaksvík skal millum annað føra við sær, at nakrir svínoyingar fáa kunnleika til eldsløkking og útgerðina, sum kemur í oynna.