B71 skal leita sær eftir nýggjum venjara, nú Dusan Mokan hevur sagt seg úr starvinum. Ítróttarliga hevur gongdin annars verið heilt góð hjá B71, og tað eru neyvan úrslitini á hesi síðuni, sum hava við málið at gera. Nevndin hjá B71 sigur í tíðindaskrivi, at venjarin hevur handað teimum uppsøgnina, sum er grundað á persónlig viðurskifti, og at hendan er tikin til eftirtektar. Fyribils verður tað Eli Hentze, sum fer at standa fyri venjingini.










