B71 var um reppið at vinna heiðurmerki

1. DEILD: Í síðsta triðingi av kappingini fóru sandoyingar ongantíð av vøllinum uttan úrtøku - teir vunnu sjey dystir og spældu tveir javnar

Fyrra partin av kappingarárinum sá tað einki serligt út hjá sandoyingum. Eftir 14 umfør var B71 á sjeynda plássi við 17 stigum, og dagsskráin var heldur at ansa eftir niðurflytingarstrikuni enn at hugsa um møguleikan fyri heiðursmerkjum.

 

Nú kappingin er liðug vísir støðutalvan, at B71 endaði á fimta plássi við 47 stigum, og at tað bara var málmunurin, sum var orsøk til, at sandoyingar endaðu aftanfyri Víking og KÍ. Málmunurin hjá B71 er – sum hann er hjá Víkingi – +17. Víkingur endaði frammanfyri B71, tí Víkingur hevur skorað 61 mál og B71 hevur skorað 58 mál. KÍ endaði á bronsuplássunum, tí málmunurin hjá KÍ var +23.

 

Í dag var B71 á útivølli ímóti FC Hoyvík. Sandoyingar fóru úr høvuðsstaðnum og fyri síðstu ferð yvirhøvur um Skopunarfjørð eftir fótbóltsferð. Í viðførinum høvdu teir 2-0 sigur. Næstu ferð, teir fara av oynni í fótbóltsørinum, verður tað umvegis undirsjóvartunnilin.

 

Málskjúttar á Hoyvíksvølli í dag vóru 22 ára gamli brasilianski verjuspælarin Romulo, sum skoraði fyri sættu ferð í ár í 70. minutti, og seks minuttir seinni var tað 22 ára gamli amerikanska  álopsspælarin Sulahmana Bah, sum staðfesti sigurin. Hetta var sættu ferð, at hann skoraði fyri B71, har hann í ár hevur spælt 11 dystir.

 

Síðani 19. august hevur B71 spælt 9 dystir uttan at tapa. Úrtøkan er sjey sigrar og tveir javnleikir. Í 24. umfari vann B71 3-0 á skrivaraborðinum ímóti EB/Streymi, sum ikki megnaði at manna lið. Í 25. umfari endaði tað 1-1, tá ið B71 var í Gundadali og spældi ímóti HB. Sandoyingar kærdu HB, sum hevði spælara á liðnum, ið ikki hevði loyvi at vera við. Kappingarnevndin gav B71 viðhald í kæruni, og so vann B71 øll trý stigini.