B71 vann í síðstu løtu

Símin Hansen gjørdist stóra hetjan hjá sandoyingum, tá hann í síðsta minutti skoraði sigursmálið í dystinum móti B68. Sigurin hjá B71 hevur við sær at sandoyingar koma burtur av aftasta plássi, samstundis sum toftamenn nú eru blivnir partur at botnstríðnum

Frøin var stór á sandoyingum eftir dystin. Tey flestu høvdu nokk væntað at dysturin fór at enda málleysur, men Símin Hansen vildi tað ørvísi, tá hann í síðstu løtu fekk prika bóltin framvið B68 málverjanum og í málið. Sostatt vunnu sandoyingar annan sigurin í ár, og fingu trý tiltrongd stig, sum hava við sær at B71 kom uppum niðurflytingarstrikuna.
Samstundis sum tey fegnast á Sandoynni, so mugu toftamenn ásannað, at teir eftir eina góða byrjan uppá kappingina eru blivnir partur av botnstríðnum í Vodafonedeildini. Seinastu fimm dystirnar hevur B68 bert fingið eitt stig, og tað sæst aftur á stigatalvuni, har toftemenn nú bert eru trý stig framman fyri AB á níggjunda plássi.
Samanumtikið var talan um ein javnan dyst, sum var merktur at nógvum feilsendingum og steðgum í spælinum. Av tí sama gjørdist talan um ein rótutan dysti við ósamanhangandi spæli. Tó so høvdu bæði liðini líkinda kjansir, men einasti munur á liðunum var, at sandoyingar vóru neyvari tá tað galt, og tí vunnu teir dystin.

Rótutur dystur
Tað vóru gestirnir sum høvdu munin í fyrra hálvleiki. Meðan sandoyingar byrjaðu við at liggja langt afturi á vøllinum, so royndu toftamenn at mynda dystin. Hóast yvirvág í spæli, so høvdu gestirnur trupult við at koma ígjøgnum mannsterku verjuna hjá sandoyingum.
B68 komu tó fram til nakrar vandastøður í fyrra hálvleiki, og var tað serliga eftir deyðbóltstøður at vandi var á ferð frammanfyri B71 málinum. Men Bárður Johannesen, sum spældi sín síðsta dyst fyri B71, hevði ikki stórvegis trupulleikar av atsøknunum hjá B68.
Eftir at gestirnir høvdu verið spælstýrandi í fyrra hálvleiki, so løgdu sandoyingar meira fyri eftir steðgin. Hetta hevði við sær at bæði liðini stríddust fyri at fáa takið á dystinum, men eins og í fyrra hálvleiki gjørdist talan um ein rótutan dyst. Tó so til tíðir vístu sandoyingar góðar taktir og komu fram til rímiligar kjansir, meðan gestirnir høvdu onkra naska roynd eftir deyðbóltstøður.
Fáar minuttir fyri dystarlok fekk B68 ein gyltan kjans, tá Pól Jóhannus Justinussen kom einsamallur móti B71 málinum, men skotroyndin hjá honum fór fram við málinum. Misbrúkti kjansurin hjá gestunum skuldi vísa seg at vera dýrur, tí løtu seinri lá bólturin í B68 málinum, eftir at Símin Hansen í stríði við ein verjuleikara fekk tamt bóltin og prika hann framvið málverjanum og í málið.
Sostatt vann B71 ein sera týdningarmiklan sigur á B68. Ein sigur sum hevur við sær at sandoyingar koma vekk frá aftasta plássi, samstundus sum toftamenn eru blivnir partur av botnstríðnum.