Kappingarárið hevur ikki hilnast væl fyri 2. deildarliðini hjá HB og B71. Undan dystinum í sólskininum í Havn leygardagin var HB á næstaftasta plássi, meðan B71 var triðaftast.
Tískil vóru trý stig sera týdningarmikil fyri bæði liðini, um sleppast skal undan einum hørðum niðurflytingarstríði seinni í ár.
Tá dysturin var av, vóru tað sandoyingar, sum høvdu drigið longra stráið við tveimum málum móti einum, og komu teir sostatt inn í miðjuna á stigatalvuni, meðan HB enn er á níggjunda plássi, eitt stig aftanfyri botnliðið VB.
Málleysur fyrr hálvleikur
Fyrri hálvleikur leikaði javnt á, og bæði liðini spældu seg til málmøguleikar og høvdu til tíðir royndir á málini. Men tað bleiv ikki til teir heilt stóru málmøguleikarnir, og tískil var einki mál komið í dystinum, tá farið varð til hálvleiks.
B71 avgjørdi seint
Gongdin frá fyrra hálvleiki hevði hug at halda á inn í seinna hálvleik, og tá góður hálvur tími av seinna hálvleiki varð spældur, var støðan enn málleysur javnleikur.
Men næstu løtuna avgjørdi sandoyingar dystin og fingu trý sera kærkomin stig í botnstríðnum. Eftir innleg úr høgru síðu frá Arumas kundi Jónsvein Thomsen leggja B71 á odda 1-0. Henda støðan helt sær ikki leingi, tí lítlu løtu seinni lá bólturin aftur aftanfyri Pól Næss Joensen í HB málinum. Símun Hansen gjørdist leysur við málverjanum, og eftir at hann var farin framvið málverjanum, kundi hann ótarnaður økja um leiðsluna til 2-0 til B71
Í seinastu minuttunum minkaði Danny Kruse fyri HB, tá hann eftir innlegg úr vinstru skallaði bóltin í netið, men ov seint var fyri HB, og úrslitið var tískil 2-1 til B71, sum við sigrinum slapp sær úr botninum, meðan HB enn er á næstaftasta plássi.