Síðstu fýra vikurnar hava hilnast ógvuliga væl hjá B71 og sandoyingum.
Í dag høvdu teir í næstbestu deildini vitjan av næstbesta liðnum hjá Skála, sum noyddist norður aftur við 1-0 tapi.
Einasta málið skoraði Markus Clementsen tíggju minuttir eftir steðgin. Hann hevur verið á liðnum seks tær seinastu ferðirnar, og hetta var fyrsta málið hjá Markusi í ár
Tað kann ikki sigast annað, enn at tað hevur roynst væl hjá B71, síðani Markus kom á liðið í ár. Í fyrstu avbjóðingini taptu teir 4-1 í Klaksvík, og síðani hevur liðið vunnið fimm ferðir á rað:
2-1 á Víkingi, 6-4 á Suðringum, 4-0 á Giza Hoyvík (løgmanssteypið), 1-0 á HB og so í dag 1-0 ímóti næstbesta liðnum hjá Skála.
Síðstu fimm minuttirnar sóu fýra á heimaliðnum gult. Tríggir Skála spælarar sóu gult – allir í seinna hálvleiki.
Á Skála liðnum vóru eitt nú veteranarnir Nenad Saric, Poul N. Poulsen og Jónhard Frederiksberg.
B71 hevur fimtan stig og er tvey stig frá ÍF og fjórða plássinum. Skála hevur seks stig og er nú undir strikuni.