B71 vann fulla úrtøku

1. DEILD: Sigurin hjá sandoyingum ímóti 07 Vestur var tann fyrsti í ár

B71 vann í dag 2-0 á heimavølli ímóti 07 Vestur. Hetta var fyrsti sigurin í ár hjá B71, sum bara hevur spælt tveir dystir. Tann í øðrum umfari ímóti NSÍ á útivølli er settur at vera mikukvøldið. Í fyrsta umfari endaði tað 1-1, tá ið Undrið FF var á Sandi.

 

Í dag var tað 16 ára gamli Suni Herman Petersen, sum setti hol á, tá ið eitt korter var farið. Hetta var fyrsta málið hjá Suna Herman Petersen í næstbestu deildini, har hann sambært faroesoccer.com nú hevur verið við í 19 dystum – 17 í fjør og so teimum báðum sum B71 hevur spælt higartil í ár. Kristian Krog Hentze átti uppleggið.

 

Fimm minuttir seinni – tá ið 20 minuttir vóru farnir – økti B71 um leiðsluna til 2-0, sum eisini varð úrslitið. Málskjútti var liðformaðurin Jónas Warner. Tijani Mohammed átti uppleggið.

 

Í fyrsta umfari tapti 07 Vestur 4-1 á heimavølli ímóti KÍ. Leygardagin fær 07 Vestur vitjan av teimum næstbestu hjá HB. Talan er um dystin í øðrum umfari.