B71 vann botndystin

Fyrstu løtuna í botndystinum á Argjum var sera nógvur vindur, og lítið skipað spæl var at finna. Fyrri hálvleikur var sum heild illa leiktur, men B71 var omaná, og tóktist at hava tað lættari við nógva undanvindinum.

Í seinna hálvleiki var minni vindur, og eitt korter inn í seinna hálvleik fall einasta málið. Hetta skoraði Símin Hansen hjá B71, tá ið hann gjørdist leysur í høgru síðu.