Hjá B71 hevur tað fyrr í ár verið óstøðugt soleiðis at skilja, at tað sjáldan er eydnast at vinna fleiri sigrar á rað. Nú tykist tað av álvara at vera gloppið hjá sandoyingum.
Í kvøld vann B71 6-0 á heimavølli ímóti teimum næstbestu hjá NSÍ. Hálvleiksstøðan var 2-0. Hetta var triðja ferðin á rað, at B71 vann trivaligan sigur. Undanfarnu ferðirnar hava úrslitini verið 4-0 á heimavølli ímóti HB og 4-1 í Klaksvík.
Í kvøld var tað Jónas Warner, sum skoraði bæði málini í fyrra hálvleiki. Hann er B71 toppskjútti við 10 málum.
Í seinna hálvleiki skoraði Hans Hentze, sum varð skiftur inn longu miðskeiðis í fyrra hálvleiki tvey mál. 22 ára gamli Hans Hentze hevur fyrr í ár skorað eitt mál í næstbestu deildini. Hini bæði málini í seinna hálvleiki skoraðu Tijani Mohammed og Áki Hentze. Tijani Mohammed hevur skorað 9 mál, og í kvøld skoraði Áki Hentze fyri aðru ferð í ár í næstbestu deildini.
B71 er á fjórða plássi við 40 stigum – fýra fleiri enn Undrið FF. NSÍ er næstaftast við 15 stigum. Nú tað resta fýra umfør, eru tað níggju stig fram til B36, sum er á áttanda plássi.
Um tvær vikur eigur NSÍ heimavøll ímóti KÍ, og tá fer B71 at spæla á útivølli ímóti B36.










