B71 er nýtt oddalið í 1. deild hjá monnum.
Longu undan dystinum á Sevmýru var greitt, at B71 kundi taka oddasessin, tí HB hevði tapt uttan dyst móti VB/Sumba.
Og sandoyingar tóku eisini av, tá teir við tryggum 3-0 sigri tóku øll stigini við sær av Tvøroyri.
Og í botninum minkaði spenningurin um niðurflyting. Skála tapti á útivølli móti MB, meðan Víkingur vann 3-1 á NSÍ.
Toftamenn taptu sín dyst í dag 3-2. Hesin var á útivølli móti FC Hoyvík.
Støðan í 1. deild
B71 30 stig
HB 28
VB/S 28
TB 25
FC Hoyvík 22
NSÍ 21
B68 20
Víkingur 20
Skála 11
MB 5










