Spenningurin, sum tóktist vera íkomin á Streymnesi, er nú mest sum horvin.
Eftir at EB/Streymur við tveimum tøttum málum hevði skapt spenning í, hava teir trýst sera nógv.
B71 hevur fyri tað mesta verið í egnum brotsteigi, soleiðis at teir kundu hóðra undan trýstinum, og nú hava teir helst avgjørt eftir kontra-álop, sum endaði við, at Rene Clementsen tveitti seg fram og prikaði bóltin í netið.