Tað er friðarligt í heimliga fótbóltinum hjá mannfólkunum. Orsaka av landsdystinum í Kasakstan fríggjakvøldið og á heimavølli ímóti Týsklandi týskvøldið er einki umfar á skránni í bestu og næstbestu deildini.
Heilt eiðasørt er tó ikki. Í næstbestu deildini hevur verið bíðað við einum dysti frá 20. umfari, sum annars var avgreitt 10. august. Talan er um dystin í Trongisvági millum næstbesta liðið hjá TB og B71. Hann verður spældur við Stórá klokkan 15.
Talan er um uppgerð millum tvey tey niðastu liðini. B71 er á tíggjunda plássi við 17 stigum fyri 22 dystir, og TB er næstaftast við 23 stigum fyri 22 dystir. Á áttanda plássi er EB/Streymur við 26 stigum fyri 23 dystir.