Leygardagin vórðu seinastu dystirnir í einari heldur fløktari kapping í 1. deild hjá monnum spældir. Avgerðirnar um, hvør skal flyta upp og niður, eru langt síðani falnar, men eftir var at gera av, hvør skuldi vinna gull og silvur.
B71 var tvey stig frammanfyri AB undan seinasti dystinum, og tí kundu sandoyingar sjálvir gera av, um teir skulu vinna gull umframt uppflytingina til Formuladeildina.
Og B71 valdi gullið. Cloyton Soares skoraði bæði málini í dystinum ímóti LÍF eftir tveimum minuttum í fyrra hálvleiki, og harvið snýtti hann áskoðararnar úr Sandoynni fyri mál, tí tey vóru hálvan tíma seinkað til dystin.
AB gjørdi tað, sum liðið kundi í sínum dysti. AB var í Sørvági og vann dystin 6-0.
Lítið imponerandi spæl
Næsta ár skal B71 spæla aftur í bestu deildini, eftir at liðið í nøkur ár hevur spælt í næstbestu deildini. Eli Hentze er veteranur á liðnum hjá B71, og hann heldur, at liðið skal ikki verða ov imponerað av Formuladeildini.
- Tað krevur nógv meira av spælarunum og felagnum, at vit flyta upp í Formuladeildina, men vit skulu ikki halda, at vit koma inn í eina heilt aðra verð, sigur hann.
- Spælið í Formuladeildini er ikki vilt imponerandi, men ferðin er høg, og tað er nógvur intensitetur í dystunum. Vit hava nógvar spælarar á liðnum, sum ikki hava spælt nakað serligt í fremstu deildini, og tí skulu teir venja seg við leikferðina og rammurnar annars, sigur Eli Hentze.
Spælarar halda fram
So at siga allir spælararnir hjá B71 hava gjørt avtalu við felagið um næsta kappingarár. Eisini toppskjúttin Clayton Soares hevur skrivað undir nýggja avtalu við B71. Á Sandi rokna tey við, at felagið fer at styrkja sær um hópin við minst tveimum nýggjum spælarum.
Venjarin Dragan Kovacevic hevur gjørt avtalu við Skála fyri næsta kappingarár, og tí skal B71 eisini finna sær nýggjan venjara.
- Tað eru eisini stór krøv til kringumstøðurnar hjá felagnum, og tað er nakað, sum skal loysast til næsta kappingarár, sigur Eli Hentze.
1. deild menn
LÍF-B71 0-2 (0-2)
0-1: Clayton Soares, 25.
0-2: Clayton Soares, 27.
SÍ-AB 0-6 (0-3)
Allan Mørkøre 2
Tummas Hans Rubeksen 2
Rúni Hvannastein
Jón Nielsen