B71 tapti heima

Tvey av bestu liðunum í 1. deild í fjør spældu venjingardyst á Sandi leygardagin, og tað var liðið, sum framvegis spælir í 1. deild, sum vann á liðnum, sum flutti upp í Formuladeildina. FSV Vágar 2004 vitjaði hjá B71, og vágamenn vunnud ystin 3-1. Clayton Soares legði B71 á odda, men so skoraði FSV04 trý mál. Leygardagin spældi hesi somu lið nýggjan venjingardyst, og tá verður spælt í Sandavági.