Fyri viku síðani helt Eyðun Klakstein seg og KÍ hava betur uppiborið, tá teir taptu heimadystin móti EB/Streymi. Sunnudagin taptu Eyðun og KÍ næsta dystin á rað, men hesa ferð mutaði venjarin ikki ímóti.
- B71 stríðist fyri lívinum, og tað sást aftur á vøllinum. Serliga í fyrra hálvleiki trýstu teir okkum nógv. Eftir steðgin gjørdist tað meira aftur og fram, har vit hava yvirtakið í løtum. Men vit skora ikki, og so gera teir av við okkum, tá teir skora.
Eyðun Klakstein vildi tó ikki vera við, at hugburðurin hjá hansara monnum ikki var nóg góður.
- Tað haldi eg ikki. Kanska eru vit ikki nóg klárir, men teir stríddust ótrúliga hart, og tí gjørdist dysturin akkurát so trupul, sum vit høvdu roknað við, segði Eyðun Klakstein eftir dystin.