B71 hevur fleiri ferðir í ár staðið í vegin fyri teimum betru liðunum í liðunum, og í gjár gjørdu teir tað aftur. Teir gulu av Sandi sendu B36 aftur til Havnar við ongum, og B71 legði harvið rættiliga fót fyri B36 í stríðnum um FM-heitið. Nú bara tvey leikumfør eru eftir, hevur B36 fimm stig upp til NSÍ á fyrsta plássi.
Við sigrinum tryggjaði B71 sær endaliga luttøku í Formuladeildini komandi kappingarár. Sera lítil møguleiki var fyri, at AB tók teir aftur, men fulla úrtøkan í gjár tryggjaði uppflytarunum sætið í fremstu deildini.
B36 omaná
Teir hvítu úr Havn vóru leikliga omaná størsta partin av dystinum, men vandamiklir frammanfyri málinum gjørdist teir sjáldan. B71 hevur verið eitt av teimum liðunum, ið hevur gagnnýtt flest málmøguleikar í Formuladeildini. Hetta góvu teir eitt greitt dømi um, tá ið teir í 12. minutti slóu til.
B71 vann bóltin eftir miseydnað uppspæl frá verjupartinum hjá B36, og her var Gudmund S. Nielsen, sum í fjør leikti við unglingaliðnum hjá B36, skjótur at revsa mistakið og setti bóltin í netið til 1-0.
Omaná hesa óvæntaðu leiðsluna fylgdu tveir málmøguleikar til B71, sum lættliga kundu elvt til eina 2-0-leiðslu. Hesa løtuna var eitt sindur av órógvi á spælinum hjá B36, og venjari Kurt Mørkøre setti miðvallarovastan hjá liðnum hetta kappingarárið, Mikkjal Thomassen, á vøllin fyri 17 ára gamla Odmar Færø.
Leikaði á
Í seinna hálvleiki trýst B36 nógv fyri at fáa útjavnandi málið. Trýstið vaks støðugt, men B36 hevði trupult við at finna málgevandi loysnir. Tá ið leið móti endanum av dystinum setti B36 Anderson Castilho á vøllin, og hetta vísti seg at vera eitt gott val, hóast brasiliumaðurin ikki fekk skorað. Hann gjørdi góðan mun og var í fleiri atløgum nær við at skora.
Men B71 megnaði at standa væl á vøllinum, og hetta spann øði í B36-leikararnar. Serliga Alex Dos Santos, sum í yvirtíðini varð rikin av vølli eftir eina harðliga takkling ímóti Eiriki Poulsen.
Eftir sigurin er B71 tryggjað pláss í Formuladeildini komandi kappingarár, meðan B36 við ósigrinum fær sera trupult við at røkka meistaraheitinum.