B71 slapp sær úr botninum

1. DEILD: Eftir tapið á Sandi hevur EB/Streymur framvegis ikki vunnið fulla úrtøku

Í dag tapti EB/Streymur 2-1 inni í Dal á Sandi. Hetta var í tólvta umfari. EB/Streymur hevur ongan av teimum tólv dystunum vunnið.

Samlaða úrtøkan er trý stig. Tað eru fimm stig fram til HB, sum er næstniðast, og tað eru átta stig fram til Skála, sum er á áttanda plássi.

Tí er EB/Streymur mest upplagda boðið uppá niðurflytara.

Føroyskt fyribrigdi í sambandi við fótbólt er, at áskoðararnir ofta eru eitt sindur seinir. Tey, sum vóru fimm minuttir ov sein á Sandi í dag, sóu ikki tvey tey fyrstu málini.

Teitur Debes Olsen legði gestirnar framum longu í fjórða minutti, og minuttin eftir javnaði Tijani Mohammed við brotssparki.

Sigursmálið skoraðu sandoyingar tveir minuttir eftir steðgin. Málskjútti var superveteranurin Clayton Soares, um skoraði fyri sjeyndu ferð og nú – saman við Andrass Johansen hjá B36 – er toppskjútti í deildini.

Sigurin ber við sær, at B71 nú er á sætta plássi við tólv stigum. B71 hevur bara spælt tíggju dystir. Útsetti dysturin á heimavølli ímóti 07 Vestur verður leygardagin. Enn er tað ikki greitt, nær útsetti dysturin á heimavølli ímóti KÍ verður.