Gul uppgerð verður á Sandi seinnapartin, har B71 og GÍ møtast. GÍ førir í løtuni kappingina um miðjuna í Formuladeildini, har fleiri lið bara kunnu røkka einum 5. plássi.
Hesum hevur B71 eisini møguleika at røkka, men fyrst og fremst skal B71 tryggja sær pláss í Formuladeildini komandi kappingarár, tí fáa teir ikki fleiri stig, er ein lítil møguleiki fyri, at niðurflyting gerst møguleiki.
Manningin er so gott sum fullmannað hjá B71, burtursæð frá at Fabio Vieira er leikbannaður. GÍ má framvegis vera ein skaddan Sámal Joensen fyri uttan, meðan Símun Louis Jacobsen hevur leikbann.










