B71 skal úr botninum

Flest tap, vánaligastu málúrtøkuna og eitt aftasta pláss. Hetta er úrtøkan hjá B71, sum sunnudagin skal royna at reisa seg, tá ið teir fáa vitjan av meistarunum úr NSÍ

Tað hevur gingið alt annað enn væl hjá B71 í ár. Liðið, sum tó so nógv av bóli í fjør, hevur ikki fingið nógv at riggað í ár. Tó hava teir argað nøkur stórfeløg eitt sindur, og hava teir eitt nú fingið stig burturúr EB/Streymi og HB. Frágongdin undan kappingarárinum var ikki løtt, og skaðar hava gjørt ilt verri. Stóri trupulleikin hevur verið at komið væl frá byrjan, og liðið er oftast komið afturúr í fyrra hálvleiki. Tó hevur B71 ofta bart seg væl inn í aftur dystin í seinna hálvleiki, og hetta hevur hildið stórtapum burtur – burtursæð frá 0-5 tapinum fyri Víkingi fyri trimum viku síðani.

B71 manglar framvegis verjuspælaran Fabio Vieira.

Kappingarárið hjá NSÍ hevur higartil heldur ikki verið nøktandi. Meistararnir hava verið heldur svingandi, men seinastu tvey umførini hevur ginginst teimum væl. Dystirnir hava verið ímóti uppflytarunum úr ÍF og B68, sum NSÍ ávíkavist hevur vunnið 3-0 og 2-0.

Spennandi verður at síggja, um gongdin fer at halda fram hjá NSÍ, tá ið teir møta B71 á Sandi sunnudagin. NSÍ hevur allar sínar mans tøkar.