B71 sett íslendskan venjara

Heiðar Birnir Torleifsson verður høvðusungdómsvenjari og skal hjálpa til á besta liðnum

B71 hevur kunngjørt, at felagið hevur sett 39 ára gamla íslendska venjaran, Heiðar Birnir Torleifsson. Hann hevur arbeitt í feløgum sum Valur, Dalvik, Þróttur og KR. Hann kemur at virka sum høvðusungdómsvenjari og hjálparvenjari hjá Símini Hansen á besta liðnum.

 

- Heiðar Birnir Torleifsson er 39 ára gamal og hevur nógvar royndir í íslendskum feløgum, sosum Valur, Dalvik, Þróttur og KR. Tey síðstu nógvu árini hevur hann tó fingist við at ferðast runt og vant ungar evnaríkar spælarar. Heiðar er settur høvuðsungdómsvenjari, men kemur at virka uppá sama hátt sum undanfarni venjarin hjá okkum Bakary, ið saman við Símini Hansen stóð fyri besta mans liðnum, skrivar B71.fo.

 

B71 skal annað árið á rað spæla í 1.deild.