B71 sagt venjaran úr starvi

Nevndin í B71 hevur tikið avleiðingarnar av, at tað hevur gingið so illa hjá besta liði felagsins. Venjarin, Tom Saintfiet úr Belgia, er sagdur úr starvi, og hetta er hann ógvuliga vónbrotin um

Avgerðin bleiv tikin eftir dystin móti KÍ leygardagin, tá B71 tapti 2-0. Tá fleyt bikarið hjá nevndini yvir, og venjarin varð skiftur út.
? Orsøkin til uppsøgnina er, at úrslitini hava verið ov vánalig. Stigatalvan talar fyri seg, sigur Brandur Sandoy, varaformaður í B71. Úrtøkan hevur heilt einfalt verið ov vánalig.
Tað hevur gingið av skriðuni til hjá sandoyingum í hesum kappingarárinum. Eftir sjey dystir hevur B71 bert fýra stig og liggur næstaftast í stigatalvuni.
Ein 2-0 sigur á B36 á heimavølli í fyrsta dystinum í landskappingini og ein 1-1 javnleikur heima móti Sumba eru einastu stigini, B71 hevur fingið. Annars hevur B71 tapt fyri AB, ÍF, VB og KÍ á útivølli og LÍF á heimavølli. Higartil hevur B71 bert skotið trý mál í sjey dystum.

Vilja longur upp
? Vit hava avgjørt ein hóp, sum kann liggja í toppinum í 2. deild, og málið er at liggja í oddinum. Tað eru bara úrslitini, sum vanta, sigur Brandur Sandoy.
Tom Saintfiet varð settur í starv sum venjari hjá B71 áðrenn kappingarárið í fjør. Hann hevur tískil sitið í starvinum hálvtannað kappingarár, áðrenn hann varð sagdur úr starvi.
Nú er bert ein dystur eftir áðrenn summarsteðgin, og tá fer málverjin Valdemar Nowicki at taka sær av venjingini, meðan Páll á Reynatúgvu fer at hjálpa til. Enn hevur nevndin ikki funnið nakra langtíðarloysn uppá venjaraspurningin.

Kom óvart á Tom
Tom Saintfiet er sera vónbrotin av, at hann ikki longur er venjari hjá B71. Sunnukvøldið komu nevndarlimir hjá B71 á gátt hjá Tom og góvu honum tey tungu boðini.
? Hetta kom ógvuliga óvart á meg, hóast úrslitini hjá okkum í ár hava verið vánalig. Eg fekk ongantíð undan uppsøgnini nakra ábending frá nevndini um, at hon var ónøgd við meg sum venjara, sigur Tom Saintfiet.
Hann vísir á, at hópurin hjá B71 júst hevði mist tíggju leikarar, tá hann tók við starvinum í 2002. Undan kappingini í ár misti B71 aftur tíggju leikarar. Hetta vóru stuðulsleikarar so sum Jógvan Jón Petersen, Ib Mohr Olsen, Bergleif Sólsker, Sverrir Kjærbo og nakrir útlendskir leikarar.
? Vit kláraðu okkum sera væl í fjør, tá vit endaðu á øðrum plássi og vóru ógvuliga nær við at flyta upp. Vit vistu eisini, at tað fór at vera torførari í ár, tí so nógvir leikarar eru farnir úr felagnum, sigur Tom.
Tað var um reppið, at B71 flutti upp í fjør. Liðið endaði á øðrum plássi í landskappingini aftanfyri FS Vágar og skuldi spæla ímóti EB/Streymi um seinasta plássið í bestu deildini.
B71 tapti fyrra dystin á Mølini við einum máli móti ongum og vann tann seinna á heimavølli 1-0. Síðani skuldi spælast tvær ferðir fimtan minuttir, men dómarin valdi at blása dystin av, tí tað varð vorðið ov myrkt at spæla. Dysturin skuldi so spælast umaftur, og tá tapti B71 og misti harvið møguleikan at flyta upp.

Dámar væl í Føroyum
? Eg veit ikki, nær eg fari aftur til Belgia. Fyrst skulu ymisk viðurskifti viðvíkjandi sáttmálanum fáast í rættlag. Eg hevði fegin viljað verið verandi her, um tað var møguligt.
Tom Saintfiet leggur dent á, at hann als ikki ber agg ímóti nevndini í B71, og at honum dámar sera væl í Føroyum og serliga á Sandi.
? Eg havi bara góð minnir úr Føroyum, og eg eri errin av at hava verið venjari hjá B71. Eg rokni eisini við, at B71 vinnur á B68 leygardagin.
? Tað eru bara tvey sløg av venjarum. Tað eru teir, sum longu eru uppsagdir, og so eru tað teir, sum verða uppsagdir, sigur Tom skemtandi at enda.