B71 omanfyri niðurflytingar strikuna

Tað gekk illa hjá FC Suðuroy, tá ið suðuroyingarnir í dag royndu at vinna sær stig og harvið at nærkast plássunum, sum bera uppflyting úr næstbestu og í bestu deildina.

 

B71 hevur alt ár verið aftast, men í dag vóru tað sandoyingarnir, sum vóru omaná. Teir vunnu 2-1, og sigurin ber við sær, at B71 nú er omanfyri niðurflytingar strikuna.

Venjarin, Allan Mørkøre, hevði sett seg sjálvan á liðið, nú teir stríðast fyri at sleppa undan niðurflytingini. Einki mál varð skorað undan steðginum, og tá ið Jón Krosslá Poulsen í fyrsta minutti eftir steðgin legði FC Suðuroy framum kundi tað sæð út til, at tað fór at myndast soleiðis, sum tað frammanundan varð roknað við.

Men B71 svaraði orduliga aftur. Jónberg á Mýrini javnaði til 1-1, tá ið tað restaðu tólv minuttir, og tríggjar minuttir undan leikloki skoraði Dan í Soylu sigursmálið.

 

EB/Streymur, sum fríggjakvøldið tapti 3-2 á heimavølli ímóti B36, er næstniðast, og TB er niðast. Í gjár tapti TB 2-1 í Leirvík.

 

Einasta liðið, sum í løtuni er á uppflytingarplássi er B68. Toftamenn taptu í gjár 2-1 ímóti suverena toppliðnum, sum er HB. Skála flutti seg ikki nevnivert nærri møguleikanum at flyta upp, tá ið dysturin millum Skála og KÍ í Klaksvík endaði 2-2.

 

KÍ-Skála 2-2 (1-0)

1-0: Jens Pauli Mohr 6.

1-1: sjálvmál 49.

1-2: Hendrik á Fríðriksmørk 52.

2-2: Henry Heinesen 90.

 

Víkingur-TB 2-1 (1-0)

1-0: Per Gregersen 39.

1-1: Einar Petersen 64.

2-1: Per Gregersen 75.

Reytt kort: Sámal Jákup Joensen, Víkingur, 63. (2 gul) og Hanus Mortensen, TB, 81. (beinleiðis reytt)

 

EB/Streymur-B36 2-3 (2-1)

1-0: Hanus Olsen 4.

2-0: Hans Ejdesgaard 15.

2-1: Tóki á Lofti br 34.

2-2: Stefan í Skorini 51.

2-3: Tóki á Lofti 75.

 

HB-B68 2-1 (1-1)

1-0: Dávid R. Nolsøe 19.

1-1: Hákun Edmundsson 24.

2-1: Pál Mohr Joensen 85.

 

B71-FC Suðuroy 2-1 (0-0)

0-1: Jón Krosslá Poulsen 46.

1-1: Jónberg á Mýrini 78.

2-1: Dan í Soylu 87.

hagtøl: www.faroesoccer.com

 

Støðan eftir 15 umfør

HB 33

B68 29

B36 24

KÍ 23

Víkingur 22

Skála 21

FC Suðuroy 20

B71 14

EB/Streymur 13

TB 13

Kæra frá FC Suðuroy um, at KÍ nýtti ólógligan spælara, tá ið KÍ á heimavølli vann 4-1 á FC Suðuroy. Tað er sannlíkt, at FC Suðuroy fer at vinna kæruna og harvið trý stig, men tey eru ikki roknað við í uppgerðina, og KÍ hevur heldur ikki mist stigini.

 

16. umfar

Leygardagin 22. juni

TB-HB

Skála-B71

B36-Víkingur

FC Suðuroy-EB/Streymur

B68-KÍ