B71 og KÍ spæla sunnudagin

25. umfar í Vodafondeildini er í skipanini ásett at vera mikudagin 12. oktober.

Í gjár boðaði FSF frá, at allir dystirnir skulu spælast klokkan 16. Samstundis varð sagt, at um feløgini semjast um tað, so ber tað til at flyta dystirnar fram til sunnudagin 9. oktober.

B71 og KÍ eru samd um, at teirra dystur á Sandi verður framskundaður til sunnudagin klokkan 15.

At umfarið í skránni er sett at vera mikudagin og ikki sunnudagin kemst av, at U-21 landsliðið skal spæla í Danmark fríggjakvøldið.

Einasti spælarin hjá KÍ í U-21 landsliðshópinum er Sørmundur Kalsø. Eingin B71 spælari er í Danmark.

Hinir dystirnir hetta umfarið eru B68-ÍF, EB/Streymur-Víkingur, 07 Vestur-B36 og NSÍ-HB.