B71 og AB bresta saman

Leygardagin spæla tey bæði fremstu liðini í 1. deild ímóti hvørjum øðrum. B71 liggur fremst við 45 stigum fyri 19 dystir, meðan AB hevur 40 stig fyri 18 dystir. Sum støðan er í 1. deild í løtuni, liggja B71 og AB væl fyri at vinna sær uppflyting, nú seinastu umførini skulu spælast.
B71 kann við einum sigri á AB leygardagin mest sum tryggja sær uppflytingina til bestu deildina, meðan AB kann fáa trupulleikar, um liðið tapir dystin. AB hevur tó fleiri stig at geva út av, tí LÍF og TB, sum eru í hølunum, hava bæði 36 stig fyri 19 dystir.TB skal leygardagin spæla á heimavølli ímóti HB, meðan LÍF fer á vitjan hjá SÍ í Sørvági. Seinasti dysturin verður millum KÍ og Royn í Klaksvík.