B71 misti á stokkinum

Tað sá svart út hjá heimasandsmonnum eftir hálvan fyrra hálvleik, tá ið Erling Fles og Gunnar Nielsen longu høvdu lagt KÍ á odda 2-0. Nógv mundu tá halda, at dysturin var avgjørdur, men so var ikki.

 

Clayton Soares er ein málfarligur harri. Hetta sannaði hann í neyðstøðuni hjá B71, tá ið hann fekk vent 0-2 til 2-2 uppá minni enn 20 minuttir. Fyrst setti hann eina góða fríspæling í netið, og løtu seinni gjørdi hann tað til 2-2 við egnum uppleggi.

 

Seinni hálvleikur var 20 minuttir gamal, tá ið B71 heldur óvæntað legði seg á odda. KÍ sá týðiliga út til at vera ónøgt við 2-2, men nú sá enn verri út. Tað var Vellington, sum legði teir gulu á odda 3-2. Leiðslan helt sær heilt til 94. minutt, tá ið Paul Clapson spilti spælið hjá B71.

 

Enn einaferð ein góður figurur frá uppflytarunum av Sandi, sum fingu sítt fjórða stig í dag. Við javnleikinum fekk KÍ somuleiðis sítt fjórða stig í dag.

 

KÍ ? B71 3-3

1-0: Erling Fles

2-0: Gunnar Nielsen

2-1: Clayton Soares

2-2: Clayton Soares

2-3: Wellington

3-3: Paul Clapson