AB-B71
Jákup Mørk
Sunnudagin fer AB at siga farvæl á Argjum. Argjamenn fara á heimavølli at siga farvæl við Formuladeildina og harvið sunnudagsfótbólt, og argnamenn fara at siga farvæl við B71, sum fylgdist við AB upp í bestu deildina fyri einum ári síðani.
AB venjarin seinastu mánaðirnar fer eisini at siga farvæl á Argjum sunnudagin. Meðan AB flytir niður, fer Sigfríður Clementsen at flyta norður í Sundalagið, har hann fer at hava ábyrgdina av EB/Streymi.
Nýggi AB venjarin, Allan Mørkøre, er leikbannaður hesa ferð.
Á Sandi hevur málið síðani uppflytingina í fjør verið at sloppið undan niðurflytingar plássunum. Tað hevur eydnast á tann hátt, at tað longu nú er avgjørt, at B71 undir ongum umstøðum verður niðari enn á 8. plássinum, sum sandoyingar nú eru á.
Spurningurin millum sandoyingar er, um tað kann eydnast B71 at røkka longri upp á talvuna. Tað valdast sjálvandi um úrslitini hjá liðunum, sum B71 kappast við. Um væl veit við hjá sandoyingum, so kunnu teir vinna seg fram á fimta pláss.
Hjá B71 hevur tað verið sera stórur smeitur, at toppskjúttin Clayton Soares tað mesta av tíðini síðani summarsteðgin hevur verið skaðaplágaður.
Tvær tær seinastu vikurnar hava landsliðini verið í europeiska eldinum. Tað hevur órógvað venjingarnar bæði á Argjum og á Sandi. Tríggir B71 spælarar hava verið á U21 landsliðnum, og ein hevur verið upptikin av U19 landsliðsferðini. Á Argjum hevur ein spælari verið upptikin av U21 og tríggjar av U19 landsliðnum.
B71 hevur vunnið báður ferðirnar, sum hesi bæði liðini hava dystast fyrr í ár, og í báðum førum hevur talan verið um teprar sigrar – 2-1 á Argjum og 1-0 á Sandi.










