B71 hevur 14 stig. Níggju av hesum vunnu sandoyingar í trimum teimum síðstu dystinum, áðrenn farið var í summarfrí. Nú er ferian av og menn skulu aftur á vøllin. Allir uttan Gudmund Nielsen, sum ikki far spælt, tí hann hevur fingið bruna í eitt sár. Hetta kemur ógvuliga dátt við sandoyingum. Hinvegin eru hinir eins og hann vanir at stríðast, og tað fara teir sjálvsagt eisini at gera, nú nógv styrkta B36-liðið kemur á vitjan.
Súni Olsen skaddur
Jákup á Borg og Tróndur Vatnhamar skiftu í steðginum til B36 frá HB. Hesir vera uttan iva at síggja í hópinum í annaðkvøld. Alt annað hevði verið undarligt. Serliga tá havt verður í huga, at Súni Olsen ikki verður við. Hann hevur framvegis trupulleikar við fótinum.
Og so er tað eisini ivasamt við Inga Højsted. Hann kom á vøllin móti Brøndby, spældi væl og vandi eisini við í gjárkvøldi. Hann var tó noyddur at gevast, og tískil er ógreitt hvussu verður við honum. Sostatt kann B36 standa og vanta tveir av lyklaleikarunum á sentrala miðvøllinum.
Hetta broytir tó einki upp á tann veruleika, at B36 er stórfavorittur til at vinna dystin.