Tá ið bæði FC Suðuroy og Skála taptu hósdagin, legði toppliðið B68 seg seks stig framum kappingarneytarnar og harvið sera trygt í oddasessin.
Í dag vóru illa sperdu sandoyingarnir og vitjaðu á Svangaskarði. B71 er aftast, og burtur úr átta teimum fyrstu umførunum var úrtøkan 4 stig. Tí var einki at siga til, at toftamenn vóru roknaðir at vera stórfavorittar.
Um teir í B68 høvdu roknað við lættari vakt og stórum sigri, so vísti veruleikin seg at verða heilt øðrvísi. Sandoyingar vóru øgiliga bragdligir, og miðskeiðis í 1. hálvleiki legði Niels Johansen teir á odda. Eitt sindur misvísandi kendist tað, tá ið Kristian Anton Andreassen í síðsta minuttii undan steðginum javnaði og harvið legði upp til yvirvág og heimasigur í 2. hálvleiki.
Men soleiðis gekk tað ikki. B71 stríddist manniliga, og úrslitið varð 1-1.
Hin dysturin í dag var í Gundadali, har HB hevði vitjan av KÍ. Manningarlistin boðar frá, at á báðum liðunum vóru nógvir spælarar, sum hava roynt seg á og eru í nánd av fremsta liðnum. HB vann 5-2, og talan varð um orduliga sannførandi heimasigur, hóast fyrsta málið ikki varð skorað fyrrenn tríggjar minuttir undan hvíldini. Tá ið 2. hálvleikur var tíggju minuttir gamal, var støðan 4-0 og so var alt avgjørt.
Dagsins menn í Gundadali vóru Tróndur Jensen, sum skoraði trý mál, og Jákup Slættalíð, sum skoraði tvær ferðir.
Úrslitini í dag bera við sær, at næstbesta HB liðið nú bara er tvey stig frá oddaliðnum.
Støðan: B68 hevur 21 stig, HB 19 stig, Skála og FC Suðuroy 13 stig, B36 11 stig, KÍ, Víkingur og TB 10 stig, EB/Streymur 6 stig og B71 5 stig.
1. deild
9. umfar
Í dag
B68-B71 1-1 (1-1)
0-1: Niels Johansen 26.
1-1: Kristian Anton Andreassen 45.
HB-KÍ 5-2 (1-0)
1-0: Tróndur Jensen 42.
2-0: Jákup Slættalíð 47.
3-0: Tróndur Jensen 50.
4-0: Jákup Slættalíð 56.
5-0: Tróndur Jensen 60.
5-1: Bárður Hansen 75.
5-2: Kristoffur Jakobsen br 82.
Í morgin
FC Suðuroy-Víkingur: Johan Petur Michelsen kl. 14.45
TB-B36: Bent Tommy Linklett kl. 15.00
Skála-EB/Streymur: Rúni Gaardbo kl. 15.00