B71 leikari til Oman

Tað er langur vegur av Sandi til Oman. Men tað er leiðin, sum nú fyrrverandi B71 leikarin, Bakary Bojang, hevur valt at fara.

 

Tað er danska fótbóltssíðan, bold.dk, sum veit at siga frá skiftinum hjá Bakary Bojang, sum kom til B71 í fjør. Hann hevur sambært farosoccer.com 41 dystir B71 í bæði bestu og næstbestu deildini og skotið 18 mál.

 

Bakary Bojang hevur skift til Muscat FC, ið júst er flutt niður í næstbestu deildina í Oman.