B71 hevur koyrt svenska Stefan Hansson sum venjara í felagnum, meðan U21-landsliðsvenjarin, Eli Hentze, tekur við seinastu tríggjar dystirnar. B71 er heldur óvæntað endað í niðurflytingarstríðnum í 1.deild, eftir eina frálíka byrjan upp á kappingarárið, har Símin Hansen stóð á odda sum spælandi venjari.
Sum kappingarárið hevur givið, so hevur B71 leitað eftir einum venjara at taka við. Í summar fall valið í svenska Stefan Hansson, sum á pappírinum hevur drúgvar royndir í fleiri feløgum. Tað hevur tó ikki givið sum ætlað, og felagið er endað mitt í niðurflytingarstríðnum, eftir fleiri ósigrar.
Nú boðar felagið frá, at tað verður gamli kenningurin í felagnum, Eli Hentze, sum skal standa á odda fyri liðnum teir seinastu tríggjar dystirnar. B71 spælir sunnudagin móti HB í Gundadali.
Støðan í 1.deild (FSF)
Nr. Lið D V J T Mál S
1. ÍF 24 18 3 3 83-34 (+49) 57
2. NSÍ 24 15 4 5 75-32 (+43) 49
3. KÍ 24 15 4 5 58-28 (+30) 49
4. B68 24 14 3 7 55-33 (+22) 45
5. Víkingur 24 10 3 11 34-43 (-9) 33
6. HB 24 8 5 11 44-37 (+7) 29
7. SKÁLA 24 7 4 13 38-54 (-16) 25
8. B71 24 8 1 15 41-61 (-20) 25
9. Hoyvík 24 6 5 13 31-43 (-12) 23
10. Suðrngar 24 1 4 19 16-110 (-94) 7










