B71 kiksaði ímóti B36

1. DEILD: Kappingin um at flyta upp er størri nú, enn hon hevur verið

Fegnir B36 spælarar eftir 4-2 heimasigurin ímóti B71. Myndina eigur B36

B71 var næstfremst við 29 stigum fyri 16 dystir, og B36 var á sætta plássi við 22 stigum fyri 17 dystir, tá ið hesi bæði árstalsfeløgini seinnapartin hittust i Gundadali.

 

B36 vann 4-2, og tað ber við sær, at AB er fýra stig aftanfyri B71, ið er næstfremst, og sum hevur spælt en dyst fleiri enn AB.

 

B71 var leikliga omaná í fyrra hálvleiki, tá ið Bogi Hentze og Aron Clementsen vóru eyðsýndir á miðvøllinum.

 

B36 setti hol á í fimta minutti. Hans Jákup Annfinsson skoraði, og Gilli Samuelsen og Villiam Klein átti uppspælið.

 

Smáir 20 minuttir vóru farnir, tá ið B71 javnaði. Innleggið var úr høgru, og bólturin varð lagdur út frá til Jónas Warner, sum av brotsteigarmarkinum sendi bóltin í málið dygst við stólparótina.

 

Seks minuttir eftir steðgin legði Villiam Klein heimaliðið framum aftur. Eftir sending frá Hans Jákupi Annfinsson setti hann eitt sindur úr vinstru í brotsteiginum bóltin í málið.

 

Eitt korter seinni svaraði B71 aftur og so var tað 2-2. Málskjútti var Clayton Soares, tá ið hann eftir langa framlegging varð leysur og setti bóltin framvið Sámal Johannesen í B36 málinum.

 

Tað var bara javnt í tveir minuttir. So bríkslaði dómarin fyri brotssparki til B36, tí Villiam Klein var feldur. Gilli Samuelsen umsetti úr 11 metrum og til 3-2 heimaleiðslu.

 

So hevði B71 góðan møguleika at javna eftir innlegg úr høgru. Men Sámal Johannesen bjargaði heilt fantastiska væl, tá ið Clayton Soares við handara stólpa royndi seg. Hetta var í 77. minutti, og fýra minuttir seinni økti B36 til 4-2, sum varð úrslitið. B36 hevði horna í høgru, og B71 verjan var óheppin at snitta bóltin í egið mál.

 

B36 hevur vunnið fulla úrtøku í teimum trimum dystunum eftir summarsteðgin og hevur 25 stig.

 

Annan sunnudag skal B36 spæla á útivølli ímóti Víkingi, og B71 fær annan sunnudag vitjan av HB.

 

Fegnir B36 spælarar eftir 4-2 heimasigurin ímóti B71. Myndina eigur B36