B71 kærir til Yvirkærunevndina

Í farnu viku gjørdi Aganevndin hjá Fótbóltssambandinum úrskurð í trætumálinum um spæliloyvið hjá Magnus H. Olsen. Spælarin hevði avtalu vði B71 fyri hetta kappingarárið, men aganevndin hjá FSF segði, at hann kundi flyta til B36 at spæla.

 

Hetta vil B71 ikki góðtaka, og felagið hevur nú kært málið til Yvirkærunevndina.

 

Í úrskurðinum hjá Aganevndini verður sagt, at málið kann ikki kærast víðari, men B71 vísir til grein 12, punkt c í Agareglugerðini, har sagt verður, at mál um ?bann fyri at flyta leikarar? kann kærast til Yvirkærunevndina.

 

Nú verður tað so upp til Yvirkærunevndina at gera av, um hon kann viðgera málið, og hareftir gera ein møguligan úrskurð í málinum.